Gyltir dropar á KOKS
Karin Visth, sommelier á KOKS, hevur sett saman eina spennandi vínskrá til nýggju matskránna við einum úrvali av bestu vínunum í Norðurevropa, ið bæði eru traditionelt framleidd, vistfrøðilig og natúrvín
Á vínskránni hjá KOKS eru umleið 350 fløskur at velja ímillum av øllum frá Champagne, hvíttvíni, reyðvíni, heitvíni til dessertvín og japansk Sake.
Stóra úrvalið av norðara partinum av evropeiska vínkortinum er prógv um, at Karin sjálv heldur at súrligt hvíttvín úr eitt nú Chablis, Alsace, Týsklandi og Eysturríki hóska sera væl til føroyskan fisk og skeljadjór.
Reyðvínini á KOKS eru eitt nú úr væl umtókta Piemonte í Norðuritalia og Bourgogne og Rhonedalinum í Fraklandi.
Heimsins dýrasti víngarður
Millum tær 350 ymisku fløskurnar í vínkjallaranum á KOKS eru tríggjar heilt serligar fløskur, ið bíða eftir rætta gestinum. Hesar koma úr legendariska Domaine de la Romanée-Conti (DRC) í Bourgogne, ið er heimsins dýrasti og mest prestisjufulli víngarður og fløskur hagani eru sera truplar at fáa hendur á.
Vín og brennivín frá Sveits til KOKS
Karin hevur altíð ynskt at bjóða gestunum vín úr heimlandinum Sveits. Beint nú eru nakrir kassar av Chardonnay og Pinot Noir frá Sveitsisku Alpunum á veg til Føroya. Seinastu tvey árini hevur KOKS eisini havt fruktbrennivín frá ETTER Eau-de-Vie á skránni.
Um vínskránna
350 ymiskar fløskur
Árgangir frá 1985 til 2017
Úr 450 upp í 19.000 krónur fyri fløskuna