Úr Sveits til KOKS
Karin Visth er uppvaksin í Sveits, men hevur síðani novembur 2013 starvast sum sommelier á KOKS. Tað var upprunaliga ein matummælari sum viðmælti Karin Visth til KOKS. Hon fekk arbeiðið, pakkaði síni kuffert og flutti til Føroyar. Og her er hon framvegis og hevur ein týðandi leiklut í, at KOKS fekk sína Michelinstjørnu.
Vit hava sett Karini nakrar persónligar spurningar um dreymar, mat, arbeiði og tað at búgva í Føroyum.
Hvat er løgnast við Føroyum?
Eg haldi at føroyska matmentanin er ein av teimum mest spennandi matmentanunum í Europa. Tað eru so nógvar søgur, og so nógvir ymiskir hættir at gera mat. Góðskan á tí vit dyrka, henta, fanga og fiska her er ógvuliga góð. Eg haldi tað vera løgið at føroyingar ikki eru meira ernir av sínum matarvi. Tað eru nógvar ungar familjur, ið heldur eta pitsa og pasta, enn at fara á seiðaberg við børnunum ella fletta.
Hvør er tín yndis føroyska rávøra?
Tað eru so nógvar. Mær dámar ógvuliga væl skeljadjór og lindýr - og tá er gott at búgva í Føroyum. Serliga væl dámar mær jomfrúhummara, kúfisk og øðu; men eisini ræsta smakkin dámar mær væl.
Hvør er tín yndismatur?
Eg elski ost. Heima hjá okkum vóru altíð minst 4-6 ymiskir ostar í kuldaskápinum. Sum barn var eg ofta og ferðist í smáttuni hjá okkum uppi í Alpunum. Tað vóru ofta meira enn 15 kuldastig úti, og vit máttu ganga í 2-3 tímar áðrenn vit náddu fram at smáttuni. Fyrsta kvøldið í smáttuni ótu vit altíð Raclette ella Fondue - tveir serligir ostarættir úr Sveits - tað var altíð fantastiskt.
Hvør ger mat heima hjá tær?
Oftast er tað eg. Eftir at eg gavst at arbeiða sum kokkur, tími eg betur at gera mat her heima. Men tí føroyska matinum stendur sjeikurin oftast fyri.
Hvat saknar tú heimanífrá?
Heima hava vit ein stóran urtagarð. Míni foreldur dyrka alt sítt egna grønmeti, urtir, frukt og ber. Hvønn dag kunnu vit fara út í garðin eftir asparges, tomatum, jarðberum og salati og gera mat eftir árstíðini. Súrepli, kirsuber, perur og blommur verða súltaðar og turkaðar. Summi ár, tá ið nógv er at heysta, gera vit eisini fruktbrennivín. Eg sakni tað lívið. Tað er trupult at dyrka grønmeti í Føroyum, men eg trúgvi, at tað er gjørligt. Í fjør ótu vit heimavaksnar tomatir her á Velbastað.
Hevur tú matpakka við til arbeiðis?
Nei, her á KOKS eru vit so heppin, at vit hvønn dag eta eina frálíka felags máltíð áðrenn gestirnir koma. Starvsfólkini koma úr øllum heraðshornum og ofta gera kokkarnir mat úr sínum heimlandi. Vit vera hjúklað um við góðum italskum pastarættum, meksikanskum grýturættum og eisini við føroyskum toski, eplum og grønkáli av Sandi.
Hvat orð manglar á føroyskum?
Orðið “Pünktlichkeit” stendur í føroysku orðabókini - men verður alt ov sjáldan brúkt.
Hvat er títt føroyska yndisorð?
Fyri nøkrum vikum síðani fór eg til undirvísing í føroyskum, og tað finnast ótrúðliga nógv orð, mær dámar. Eg haldi tað vera fantastisk at føroyska orðabókin hevur hildið fast í so nógvum gomlum og upprunaligum orðum og ikki tikið ov nógv ensk orð til sín. At tað finnast orð sum tyrla heldur enn helikoptari er fantastiskt.