Sølukongurin á Hotel Tórshavn
Ein av føstu gestunum á Hotel Tórshavn er Rolf Høegh, eisini róptur “Sølukongurin”, ið javnan undirvísir føroyskum fyritøkum í sølu og marknaðarføring. Men hví vendir hann aftur til Hotel Tórshavn ferð eftir ferð?
Hvørjum arbeiðir tú við?
R: Eg hjálpi fyritøkum at fáa enn størri success.
Í hvørjum sambandi kemur tú til Føroya og hvussu ofta?
R: Eg havi júst verið í Føroyum á tólvta sinni. Eg haldi fyrilestrar, havi søluvenjing og sparring fyri fyritøkur um sølu og marknaðarføring. Alt fyri at fyritøkurnar kunnu fáa størri umsetning og enn fleiri nøgdar kundar.
Eftirsum eg havi verið eins ofta í Grønlandi, rópa nógv meg “Norðuatlantiski søluvenjarin”. Hesum eri eg sera errin av. Meiri errin enn tá Martin Thorborg rópti meg “Sølukongin.”
Nær gisti tú fyrstu ferð á Hotel Tórshavn?
R: Eg haldi tað var í 2015.
Hví velur tú at búgva á Hotel Tórshavn hvørja ferð, tú vitjar í Føroyum?
R: Síðani eg fyrstu ferð vitjaði Hotel Torshavn, havi eg ikki gist aðrastaðni. Tað finnast hotell, sum kanska eru “fínari”, men tá øll starvsfólk - stjóri, reseptionistar, kokkar, tænarar, reingerðarfólk og handverkarar - eru so jalig og eyðsýnt glað fyri teirra arbeiði, so fær mann hug at búgva her. Mann kennir seg væl komnan. Ordiliga væl komnan.
Hvør var tín uppliving á Hotel Tórshavn hesuferð?
R: Heilt framúr góð. Tá mann hevur arbeitt ein heilan dag og lært frá sær, er tað frálíkt at “koma heim”, tí soleiðis kenni eg tað er at búgva á Hotel Tórshavn.