Vel rætta vínið til jóladøgurðan
Reyðvín til jóladøgurðan krevja styrki. Antin vit eta dunnu ella gás, er tilhoyrið í níggju út av tíggju førum reyðkál og hvít og brúnkað epli. Kom við í vínskúla hjá Karin Visth, sommelier á KOKS
Jólamaturin bjóðar víninum av upp á fýra mátar:
Feittið frá kjøtinum
Saltið frá skinninum
Sýran frá reyðkálinum
Tað søta frá brúnkaðu eplunum
Eitt gott jólavín skal tí hava hesar eginleikar:
Høgt alkoholprosent fyri at stýra feittinum - og geva víninum góða fyllu
Nógvar tanninir sum kunnu uppviga feittið
Nakað av sýru fyri at temja reyðkálið
Ein ávísur søtleiki er ikki at koma uttanum, um vínið ikki skal tykjast súrt afturvið brúnkaðu eplunum
Karin Visth, víntænari á KOKS, viðmælir hesi vín til jóladøgurðan:
Amarone frá Valpolicella, Veneto, Italia
Tað mest typiska jólavínið í Norðurlondum er Amarone. Eg vil eisini viðmæla hetta vínið, eftirsum Amarone hevur omanfyrinevndu eginleikar.
Um tú ynskir at njóta eitt vín við somu smakkum (turkaðar fruktir, rosinur og blommur) sum Amarone, men sum er minni søtt, tungt og sterkt, kanst tú velja eina Ripasso.
Ripasso frá Valpolicella, Veneto í Italia er “lítlibeggin” hjá Amarone, og er eisini í eini bíligari príslegu enn Amarone.
Châteauneuf-du-Pape frá Rhône, Fraklandi
Um tú ynskir eitt kryddað vín við anga av svørtum berum, leður og lakres, so eru vín frá sunnara partinum av Rhônedalinum frá Châteauneuf-du-Pape júst rætta valið til jóladunnuna. Tað verður serliga gott, um vínini eru eitt sindur eldri og búnaði.
Handanhavsvín eitt nú úr Malbec-drúvuni, Mendoza, Argentina
Dygdin á handanhavsvínum gerst støðugt betri og økini við nógvari sól og hita framleiða nøkur sera rund, saftig og intens reyðvín. Og hava tey ligið á fati eina tíð, kunnu hesi vínini vera eitt lekkurt match til jólamatin.
- Men hvat drekka vit so afturvið ræsta jólamatinum?
Ræst og vín er ein av teimum størstu avbjóðingunum, eg havi upplivað, og sum oftast er svarið: øl! Tanninir og sýran í víninum eru trupul at fáa at rigga saman við ræsta smakkinum.
Tað eru tó nøkur fá undantøk:
Sherry “Oloroso Amontillado og Palo Cortado”, Andalusia, Spania.
Eitt turt oxidativt lagrað sherry við smakki av nøtum og turkaðum blommum.
Madeira “Sercial”, Madeira, Portugal
Madeira vín heldur sær leingi aftaná at fløskan er latin upp. So um tú eigur eina fløsku av turrum ella hálvturrum Madeira (sum oftast gjørd við Sercial drúvum), er tað væl hóskandi at drekka aftur við ræsta kjøtinum.
Koshu Sake, Japan
Á KOKS hava vit í nøkur ár serverað eitt lagrað Koshu sake. Sake varð serverað flótt afturvið skerpikjøti, røstum fiski og gárnatalg og eisini røstum kjøti – hetta viðmæli kann tíverri vera trupult at fáa hendur á nú áðrenn jól 😉