KOKS behind the scenes
Tað er løgið at hugsa sær, at gandurin, sum er KOKS, hendur her í lítla tronga køkinum í kjallaranum á Hotel Føroyum. Her hava høvuðskokkurin, Poul Andrias Ziska og Nikolaj, við góðari hjálp frá øðrum hjálparkokkum, arbeitt í ein mánaða við at gera matskránna til KOKS 2017 - og nú eru teir komnir á mál.
11. apríl letur KOKS hurðarnar á matstovuni í Kirkjubø upp fyri fyrstu ferð í ár við nýggjari matskrá, nýggjari vínskrá og nýggjari saftskrá.
Nógvir útlendingar hava longu bílagt borð og enn eru nøkur fá pláss eftir.
Myndir: Tjóðhild Patursson