Ein perla verður til tvær

 
IMG_1726.jpg

Steinatún. Hjartað. Pulsurin. Knútapunktið. Okkara Times Square. Ja, vit kunnu freistast at siga, at allir vegir (og bussar) føra til Steinatún

Summi hava longu smakkað tað lekkra, nýhugsaða smyrjibreyðið hjá Anju og Súsannu í Smyrjibreyðsbúðini. Men eitt, sum vit øll eiga til góða, er at vitja nýumvældu og snotilgu hølini, har tað vælumtókta smyrjibreyðið skjótt aftur verður borðreitt. Og so er matstovan eisini farin í tvíningar. Ein perla er vorðin til tvær. Lat okkum taka ta fyrstu fyrst:

- Ja, fyrra perlan er BITIN. Eitt stutt og fangandi navn, sum rúmar eina rúgvu og hevur bit í. Breyðbitin, døgurðabitin, køkubitin ... tað er hugnaligt og sosialt. Vit savnast og fáa okkum ein bita saman.

Í rúma tíð hevur bara bankan og bukan verið at hoyrt í Bitanum, men skjótt verða hesi ljóð skift út við smíl og gott prát.

- Sum øll tey, ið hava fingist við (um)bygging vita, er ilt at siga júst nær tað verður liðugt. Men nú eru í hvussu er komið so væl áleiðis, at vit tora at seta mánað á, ja, enntá hálvmánað á. So um hálvan mars lata vit upp og bjóða gestum okkara vælkomnum inn.

IMG_7527.jpg

Sild, snapsur og Buddaskál

Matarlepin hjá Bitanum hevur eisini fingið eitt facelift. Umframt leskiliga smyrjibreyðið verða eisini eitt nú heitar tartelettir og ein sonevnd Buddaskál og annað við at fáa.

- Hesin sera vælsmakkandi grønmetisbollin er nakað, sum vegetarar og øll onnur kunnu gleða seg til.

Ein sildaplattur og fleiri sløg av snapsi verða eisini at fáa, og til tey kaffitystu kunnu vit upplýsa, at heimskenda lagkøkan hjá Frants Restorff framvegis er á lepanum.

Ramen í Suppugarðinum

Seinna perlan eitur SUPPUGARÐURIN og hevur útgangsstøði í japansku suppuni RAMEN.

Suppugarðurin hevur egna inngongd, egnar upplatingartíðir og sín egna matarlepa. Og tí er upplivingin eisini heilt øðrvísi enn í Bitanum.

- Vit hava ikki brúkt bakgarðin hjá okkum, men nú er hann umskapaður til eitt rátt, chill out-stað, har tú kanst fáa tær ein støðg frá meldrinum og njóta heita suppu ella ein kaldan drykk.

Men tíma føroyingar at súpa suppu?

- Fólk hava tikið ótrúliga væl ímóti Ramen, og hví skuldu tey ikki tað? Tað er ein lekkur og mettandi suppa við nudlum, grønmeti og kjøti í, um tú hevur hug til tað. Skjótur, einfaldur og góður matur.

Og matur og drekka kunnu njótast inni í sjálvari matstovuni ella úti í hugnaliga garðinum, har ein trappa eisini er, sum gongur upp á takið á Bitanum, har útsýnið er yvir alt Steinatún.

Screenshot 2019-02-15 09.37.10.png
 
Allan Dalsgarð