Koronadagbók 1

 
Vit hava brúkt nógva tíð í køkinum tær síðstu tvær vikurnar. Vit gera heimagjørt pasta, baka súrdeiggjbreyð og canéles, heimagjørdar pitsur, riv við heimabakaðum drýli – vit hava bílagt tvær stórar eskjur av grønmeti heiman av Sandi og noyðast nokk á slankikur eftir hesa koronatíðina.

91733341_530665400982943_6141597663260311552_n.jpg

Navn: Karin Visth
Aldur: 32
Starv:  Sommelier á KOKS

Hvat hevur tú etið til morgunmat í morgun?
- Vit hava keypt inn í Kafé Brell, so vit ótu góða italska salamipylsu og comté ost upp á bollar. Og so drakk eg urtrate, som er hentað í havanum hjá foreldrum mínum í Sveis.

Hvat hevur tú gjørt í dag?
- Eg havi verið á útferð saman við dóttir míni og einari vinkonu og hennari barni. Vit møttust við Leynavatn og gingu so til KOKS, spældu við vatn, sand og steinar, og á KOKS royndu vit at kynda bál, men tað eydnaðist ikki so væl. So ótu vit matpakka og drukku kaffi.

Hvat er títt yndis ítriv í løtuni?
- Vit hava brúkt nógva tíð í køkinum tær síðstu tvær vikurnar. Vit gera heimagjørt pasta, baka súrdeiggjbreyð og canéles, heimagjørdar pitsur, riv við heimabakaðum drýli – vit hava bílagt tvær stórar eskjur av grønmeti heiman av Sandi og noyðast nokk á slankikur eftir hesa koronatíðina. 😉

Hvat slag av víni drakk tú leygarkvøldið og hví?
- Tað var ein Barbaresco frá Piemonte, Italia. Vit eru farin at gera blindsmakkingar við víni. So áðrenn vit lata eina fløsku upp, pakka vit hana inn í stanniol, soleiðis at eingin sær, hvat tað er fyri ein fløska, og so skulu vit gita, hvat tað er fyri vín, hvussu nógv sýra og tannin er í, hvussu gamalt vínið er, hvør drúa og hvar vínið er frá. Tað ger, at vit eru meira tilvitað um víni, tá ið vit smakka tað, og vit læra av hvørjum øðrum.

Hvat er tað mest positiva, sum er hent, eftir at Korona kom til Føroya?
-
Eg upplivi, at fólk eru sera hjálpsom og stuðla hvørjum øðrum. Tað eru nógv, sum hjálpa hvørjum øðrum við at keypa inn. Fólk baka og gera mat og seta tað í túni hjá hvørjum øðrum. Ein útleigari hjá nøkrum av starvsfólkunum á KOKS hevur eisini boðað frá, at hann fer at lækka húsaleiguna í hesum tíðum, og tað ger, at vit øll eru sera positiv, sjálvt um hetta er ein løgin og óverulig tíð.

Hvat er tað keðiligasta, sum er hent, eftir at Korona kom til Føroya?
- Karl Aage og eg skuldu giftast á páskum og tað hava vit glett okkum til leingi. Vit máttu tíverri ásanna, at tað ikki var møguligt at halda brúdleyp nú, so nú hava vit avgjørt at útseta brúdleypið til august mánað og vóna, at vit tá verða maður og kona.

Hvat saknar tú mest við vanliga gerandisdegnum?
-
Vit skuldu lata KOKS upp 17. mars 2020, og tað høvdu vit glett okkum sera nógv til. Eg sakni at vera á KOKS og taka ímóti gestum og at vera saman við øllum starvsfólkunum.

Hvat hevur hendan tíðin lært teg?
- Eg havi endiliga lært at baka við súrdeiggi 😉