Laksaforrættur til páskadøgurðan

 
Screenshot 2020-04-02 at 11.53.52.png

Kári Kristiansen er høvuðskokkur í Barbaru og nú matstovan er stongd fyribils, hevur hann havt stundir til at lata okkum hesa leskiligu uppskriftina upp á Ceviche við laksi, sum hóskar væl sum forrættur til páskadøgurðan. 

Rátt og kortini ikki. Ceviche er ein latínamerikanskur fiskarættur, har fiskurin ikki verður hitaviðgjørdur, men tilgjørdur við sýru frá sitrusfruktum. Fiskurin í Ceviche er ikki ráur - ikki heilt í øllum førum. Sitrussaftin ger, at fiskurin verður tilgjørdur uttan á, meðan hann enn er ráur innan.

Ceviche við laksi (uml. 3-4 fólk)

500 gr av feskum laksi, sum hevur verið frystur í minst 24 tímar í -20 stigum
200 gr av kirsiberjatomatum
½ mango
4 várleykir
Saft frá 2 sitrónum
2 spsk av olivinolju
50 gr av cashewnøtum
1 stóran lógva av persillu
Salt

  • Sker fyrst laksin í terningar á umleið 1 cm x 1 cm og síðani tomat og mango í eins stórar bitar.

  • Sker várleykin í tunnar flísar og hakka persilluna fínt.

  • Legg laksin í ein bolla og pressa saftina frá sitrónunum omanyvir laksin

  • Lat tað standa í umleið 5 minuttir ella til laksurin byrjar at gerast hvítur.

  • Blanda síðani alt saman í bollanum smakka at enda til við salti. Her ber eisini til at smakka til við onkrum sterkum, eitt nú Sambal Oelek ella Sriracha, um tú vil.

Væl gagnist!


VILT TÚ HAVA MEIRA AV TÍ GÓÐA?

Melda teg til tíðindabrævið, VINN LEKRAR VINNINGAR, fá íblástur, tilboð og kunning um alt tað góða, tú kanst njóta á okkara matstovum, caféum og hotellum.