Teitursa jólareyttkál

 
DSCF3533f.jpg

Reyttkál frá Teiti 

Dunnu, gás ella fleskasteik? Uttan mun til hvat av hesum verður borðreitt við jólaaftan, er tilhoyrið so at siga tað sama. Brúnkaði eplir, sós og reyttkál. 

Teitur Christensen er høvuðskokkurkokkur í Fútastovu, og hann hevur verið givið okkum sína uppskrift til eitt vælkryddað jólareyttkál. Stjørnuanis, nelikar, kanel og appilsin. Meira jólaligt verður tað neyvan.

- Jólasósin kann smakkast til við eitt sindur av soðnum frá reyttkálinum, so at smakkurin frá øllum kryddaríðunum kemur við í sósina, sigur Teitur.

Jólareyttkál
(8-10 fólk)

1 kg av reyttkáli, fíntskorið
1½ dl av dunnufeitti frá steikini
2 vistfrøðiligar appilsinir, rivið skal og saft
2 dl av t.d. balsamico- ella kirsuberjaediki (allur edikur kann brúkast)
2 lavrberjabløð
2 stjørnuanis
1 kanelstong
2 nelikar
1 ssk av hunangi
1 ssk av ripsgelé
salt og pipar

  • Hita dunnufeittið í eini stórari grýtu við lágum hita og legg lavrberjabløð, stjørnuanis, kanel og nelikar við. Hita tað ígjøgnum í 5 minuttir

  • Koyr reyttkálið í og steik tað skjótt av í feittinum, til tað fellur eitt sindur saman

  • Koyr appilsinsaft, appilsinskal og edik í grýtuna og lat alt smákóka í 10-20 minuttir

  • Smakka til við hunangi, ripsgelé, salti og pipari og tak tey "hørðu" kryddaríini úr, so tey ikki enda millum tenninar 


VILT TÚ HAVA MEIRA AV TÍ GÓÐA?

Melda teg til tíðindabrævið, VINN LEKRAR VINNINGAR, fá íblástur, tilboð og kunning um alt tað góða, tú kanst njóta á okkara matstovum, caféum og hotellum.