Grøna gávan frá etika
Grøna gávan frá etika varð í gjár handað á Reinsarínum í sambandi við Umhvørvisvikuna.
Grøna gávan frá Etika er peningur fyri sølu av vatni á etika, sum óskerdur verður latin einstaklingi, fyritøku, stovni ella felagsskapi til umhvørvisendamál. Í 2017 er henda upphæddin 44.120 krónur.
Grøna gávan frá etika verður í 2017 latin felagsskapinum Ringrás.
Ringrás er ein nýggjur umhvørvisfelagsskapur, sum uppá stutta tíð hevur megnað at varpa ljós á burturkast og órudd kring Føroyar við serligum denti á plastburturkast.
Sum Umhvørvisvikan 2017 eisini lýsir, so er plastburturkast í náttúruni ein álvarsligur trupulleiki í heiminum og her í Føroyum, tí plast verður ikki niðurbrotið í náttúruni.
Ringrás hevur skipað fyri fleiri ruddingarátøkum ymsa staðni í Føroyum, og hevur somuleiðis skjalfest tað burturkastið, sum er ruddað.
Við at varpa ljós á hetta, verða vit áhaldandi mint á, at vit skulu taka ábyrgd fyri egnari dálking, eins og vit síggja, hvussu dálking úr øðrum londum eisini endar hjá okkum.
Hjartaliga til lukku við Grønu gávuni 2017 frá etika.
Les meira um tiltakið har Umhvørvisstuðul og Grøna virðislønin eisini vórðu latin
Hesi hava frammanundan fingið Grønu gávuna frá etika:
- 2010 Finnbogi Joensen, kr. 33.088
- 2011 Føroya Prent, kr. 42.320
- 2012 Anna Louisa Joensen, kr. 45.644
- 2013 Reinhaldið í Tórshavn, kr. 46.094
- 2014 Spískamarið, kr. 46.970
- 2015 Føroya Sjósavn, kr. 47.450
- 2016 Ævintýraheimurin v/ Biritu Arge, kr. 45.165
- 2017 Ringrás, kr. 44.120