Lítli royndakøkurin
Nikolaj Ivert Kristensen er ein av kokkunum á KOKS. Tá ið vit eru inni og vitja, stendur Nicolaj uppi yvir eini grýtu í lítla royndarkøkinum og klárnar oksasoð - hann rørir og rørir.
Apple lavage
Á borðinum liggja 3 posar av 'apple lavage' - soleiðis eitur súrepladjús á 'fínum' matmáli. Næstan alt sum er skrivað á eskjur og posar, er skrivað á enskum, tí á KOKS arbeiða kokkar úr øllum heiminum.
Nógvu eskjurnar
Hyllarnar eru á tremur við pulvuri, turkaðum urtum og turkaðum tara.
... Og hann rørir og rørir
Tá ið oksasoðið skal klárnast mást tú fylgja væl við - Nikolaj er ógvuliga fokuseraður. Ongantíð hava vit sæð nakran vera so hugsavnaðan um at røra í eini grýtu.
Smakkiroyndir
Poul Andrias Ziska, høvuðskokkur á KOKS, vísir okkum ymiskar sósir, teir báðir hava gjørt til ymisku rættirnar.
Purruolja
Poul Andrias fortelur, at 'leek oil' ella purruolja verður gjørd við at mala hitt grøna á purruni við olju - soleiðis fer tað ikki til spillis. Hetta er lætt at royna heima.
Fryst spinat
Nógv av grønmetinum, sum verður brúkt á KOKS um summarið, er frískt og føroyskt. Men enn er so tíðliga á árinum, at gróðurin er ikki veruliga byrjaður. Í dag brúka teir fryst spinat í royndakøkinum.
Mandlumjólk og aðrir drykkir
Vit lúrdu í listarnar á vegginum, og sóu ein lista yvir djússkránna. Vit tóku onga mynd av djússkránni, men her er ein ábending um hvat fer at vera á spennandi djússkránni í ár - tað verður helst torført at velja millum djússkrá og vínskrá.
Gerað purrudjús
Nei, geraða purrudjúsið verður ikki brúkt sum drykkur á djússkránni - men verður nýtt í onkurari sós/dressingi.
Smakkiroynd
Eftir at Poul Andrias hevði tryggjað sær, at tað smakkaði sum tað skuldi, fingu vit ein smakk. Fantastiskt. Hetta verður eisini roynt heima - gerað purrudjús!
17 nýggir rættir
Vit hava ongar myndir av lidnu rættunum - men Poul Andrias vísti okkum nakrar myndir á síni telefon, og vit kunnu bara siga, at tað sá bæði vakurt og spennandi út.
Bara tveir av teimum 19 rættunum á matskránni 2017 vóru við í 2016. Hinir 17 rættirnir eru heilt nýggir.
Soppate ella baraldadjús?
Í ár verður eyka nógv gjørt burtur úr djússkánni - soppate, bláber, rabarba og baraldur eru nakrir av smakkunum.
Stjørnan
Fyrsta Michelin-stjørnan er komin til Føroya - kokkarnir báðir hava hongt hana upp í royndarkøkinum - kanska sum tileggjan?
Ótrúliga nógvar bíleggingar eru komnar til KOKS eftir at tað bleiv kunngjørt at tey fingu eina stjørnu - so vilt tú hava borð í ár, er at bíleggja beinan vegin.
Hitt ræsta
Á KOKS verður arbeitt nógv við hinum ræsta smakkinum - Poul Andrias greiðir her frá um ræsta sperðilin sum verður á matarlepanum í ár. Ræsti sperðilin verður serveraður sum fylla í eina salta pannikøku.
Havtaska og sjógæti
Afturat tí ræsta, arbeiður KOKS við øllum tí góða, stóra bláa havinum kring okkum bjóðar - millum annað Havtasku.