Verkamatur - nýggja døgurðastaðið á Vestaru Bryggju
Reynhold Madsen og Tina Joensen eru roynd fólk. Tey hava arbeitt saman í skjótt 20 ár og flutt fleiri hundrað døgurðar um skivuna hvørja viku
Einki er at ivast í, at tey vita, hvat tey gera. Og hetta er heldur ikki fyrstu ferð, tey eru við at lata eitt matastað upp. - Vit vita, hvat fólki dámar og duga at gera eina fjáltáttaða døgurðaskrá.
Tí tað er tað alt snýr seg um hjá Verkamati, sum heldur til í Silo á Vestaru Bryggju. Tí runda rúminum við tí flottu snúðurtrappuni og stórfingna útsýninum yvir Tinganes og yðjandi lívinum á vágni. Her skipini koma og fara. Okkurt bunkrar, okkurt landar og okkurt flytur ferðafólk til aðrar oyggjar og onnur lond. Ja, her er skjótt at missa tráðin og lata tankarnar sveima, tí her er bæði høgt til loftið, vítt til veggja og fantastiskt útsýni ...
Aftur til matin: DØGURÐI á middegi. Tá ið Verkamatur letur upp í mars, kunnu fólk gleða seg til eina online-skipan (verkamatur.fo), her kanst tú bíleggja døgurðamat og síðan heinta hann í Silo á Vestaru Bryggju.
- Her arbeiða nógv fólk í økinum og tey - og øll onnur - eru sjálvandi eisini vælkomin inn til okkara at eta døgurða ella njóta ein morgunmatarbita, áðrenn farið verður til arbeiðis. Í løtuni verða stólar og borð pakkað út og teir seinastu snøklarnir orðnaðir. Og í næstum er klárt at taka grýtur og pannur fram og bjóða fólki til døgurða hjá Verkamati.