Loyndarmálið handan góðu matupplivingina

 
tunga.jpg

Góðgætisídnaðurin brúkar tað. Pylsumaðurin kennur tað. Og víntænarin á matstovuni brúkar tað alla tíðina

The Ping-Pong Pleasure Principle.

Ping-pong ella 'aftur-og-fram njótingarprinsippið' lýsir, hví okkum dámar so væl at eta ymiskan mat. Í stuttum er meginreglan tann, at fyrst vilt tú hava eitt og so vilt tú hava tað øvugta. Tú nýtur broytingina, sum fer fram, meðan tú etur. Tú nýtur, at ísurin fer frá at vera harður til at verða bleytur, tann sterka sinnopin saman við feitu pylsuni, og tú nýtur at skola feita ostin niður við einum glasi av munnreinsandi víni.

# Ping-pong prinsippið er avgerandi, tá ið talan er um munnkenslu.

Prinsippið kann t.d. forklára, hví ísur er ein av mest elskaðu matvørunum í øllum heiminum. Tað er ikki bara tí at hann er søtur og svalandi ein góðan summardag. Tað er líka nógv orsakað av ógvusligu konsistensbroytingini á bara 3-4 sekund. Tú kanst eisini ímynda tær eitt lekkurt, nýbakað baguette við broysknari skorpu. Men tá ið tú bítir í tað, er breyðið bleytt innan.

# Tað er júst henda broytingin frá tí fyrsta bítinum, til at vit svølgja matin, sum er so stimulerandi og ger njótingina ella upplivingina eyka góða.

Sami dynamikkurin ger seg galdandi, tá ið matur og drekka hóska væl saman. Oftast er tað góða samanspælið millum feitan mat (t.d. ost) og ein anstrigerandi drykk, t.v.s. ein drikk, sum avfeittar og turkar munnin (t.d. vín). Og hetta samanspæl verður serliga gott, um tú skiftivís fært tær ein bít av feita matinum og leskar anstrigerandi drykkin.

(Um myndin omanfyri freistar, kunnu vit upplýsa, at á tallerkinum er tunga kryddað við sitrónsaft, søltum kapers og aromatiskum rósmarini, og at rætturin fæst á Barbaru. Mmm ...😊)