Italsk matstova í Skeiva Pakkhúsi

 
stór_IMG_1751.jpg

Smakkur, smakkur, smakkur! Og ikki bara smakkur, men italskur smakkur

Henry Samuelsen, nýggi høvuðkokkurin í Skeiva Pakkhúsi sigur, at fólk kunnu gleða seg til eitt nú heimagjørt pasta, risotto, burrata, antipasto og aðrar eyðkendar italskar rættir og nógv, gott italskt vín.

- Alt gjørt úr góðum føroyskum rávørum: fiski, skeljadjórum, grønmeti og urtum. Og hvør veit, kanska sníkir ein pitsa seg inn í matskránna av og á.

Tí matskráin kann nevniliga eisini fevna um okkurt óvæntað. Av og á. Tá ið árstíðin loyvir tí. Ella tá ið kokkurin hevur hug og ger eitt lítið sprell. Við fantastiskum útsýni yvir Vestaru Vág og teimum snøggu og fjálgu hølunum er lagt upp til góðar løtur við góðum mati.

- Hjá okkum er tað smakkurin og stemningurin, sum er í hásæti. Her kanst tú fáa alt frá eini matskrá við trimum rættum til eina matskrá við fimm rættum ella bara eina skál við heimagjørdum pasta. Ella eitt glas av víni ella ein cocktail. Ja, stutt sagt, tað tú hevur hug til.

Skeiva Pakkhús letur upp í mars😊