Tvey 'salatføt' við meira av tí góða
Stutt fyri G! komu tveir sera forkunnugir bilar til Føroyar. Talan er um tveir totalt nýrenoveraðar Citroen HY retrovøruvognar, sum eru umbygdir og innrættaðir til tvær rullandi matbúðir. Tann eini bjóðar Fish & Chips í besta bretska stíli og hin bjóðar ektaðan Meksikanskan mat.
Citroen HY vórðu framleiddir frá 1949 til 1971. Hugtakið “salatfat”, ið løgreglan nýtir at koyra politistar og fangar í, hevur sína uppruna í hesum modellinum.
Bilarnir hava 3 gear og 50 HK, sum er júst nóg mikið at koyra runt til ymsu tiltøkini kring landið. Teir hava nýmótans køk úr rustfríum stáli við heitum vatni, ventilatión, el og gass, køl og fryst.
Teir hava enn upprunaligu insturmentbrettini við kilometurvísara við rómaratølum og harumframt hava teir eitt fyrsta floks ljóðanlegg.
Bilarnir standa í Vágsbotni á ólavsøku og hava opið til kl. kl. 04 bæði 28. og 29. juli.