Kári og ræsti køkur hansara

 
Kári-Kristiansen.jpg

Kári Kristiansen úr Kollafirði byrjaði yrkisleið sína sum kokkanæmingur á KOKS. Eftir lærutíð sína fekk hann starv á fiskamatstovuni Barbaru, har hann starvaðist í eitt ár, áðrenn hann fekk forkunnugan møguleika á michelinmatstovu í New York. Nú er Kári Kristiansen aftur í Føroyum, og vit hittu hann í Nýggjustovu í Gongini í Havn til eitt prát um nýggja ræsta køkin, sum hann rekur.

Í hugnaligu smoguni í Gongini í Havn gongur fólk allan dagin. Gist og Vist hevur megnað at skapað nógva ferðslu í lítla skotinum í Havn, men í dag kemur fólkið ikki við somu ørindum sum fyri fýra-fimmhundrað árum síðani. Skómakararnir eru nevnliga skiftir út við kokkar, og tað eru matstovur, ið fólk koma at vitja. Matstovurnar eru tríggjar í tali, tvær teirra kenna vit væl, Áarstovu og Barbaru, men ta triðju og nýggjastu matstovuna ikki nóg væl. Henda matstovan eitur Ræst og er í Nýggjustovu, sum er eitt av elstu húsum í Havn.

 

Sum heima

Við opnum ørmum býður hann okkum vælkomnum innum. At hesi hølini eru karmur um eina matstovu, er tað bara matskráin, sum avdúkar. Vit føla okkum næstan sum vóru vit heima hjá Kára. Hesa kensluna ynskir hann eisini at geva gestum sínum.

Tá ið gestirnir koma inn, skulu teir helst føla, at tað er nokkso heimligt. Vit selja t.d. ikki borð men stólar, so tað er væl møguligt, at mann situr saman við øðrum. Allur maturin verður eisini borðreiddur á føtum, sum vit seta á borðið, so at fólk sjálvi kunnu fáa sær av frá fatinum. Vit borðreiða ikki ein og ein tallerk. Eitt kvøldið sótu nakrir útlendingar og føroyingur saman við eitt borð, og aftaná eina løtu prátaðu øll saman, og føroyingarnir fortaldu útlendingunum nógv ymiskt um ræstan mat, so tað riggaði ordiliga væl, greiðir Kári Kristiansen frá.

 

Ein púra vanligur køkur

Nýggjastova er sum eini vanlig sethús. Køkurin er bara ein púra vanligur húsarhaldskøkur, og Kári skemtar við, at fólk hava sikkurt ein flottari køk heima við hús. Í køkinum eru einans fýra kókiplátur, ein vanligur bakarovnur og eitt lítið púra vanligt køliskáp. Teimum tørva bert ein kokk og ein tænara.

Vit gera matskránna hareftir. Eg eri vanur at arbeiða í einum stórum køki, sum hevur alt, men her havi eg ikki somu møgleikar, sum eg hevði, tá eg t.d. arbeiddi á Barbaru ella á Tað er ikki nøkur forðing, men meira ein avbjóðing. Tað er ikki verri, bara øðrvísi.

 

Hví eta á Ræst?

Men hví skulu føroyingar tíma at eta á Ræst? Kunnu vit ikki bara eta ræstan mat heima við hús?

Her hava faktiskt verið nógvir føroyingar. Tey eta ræsta matin upp á sama mátan heima við hús. Ræstan fisk við kókaðum eplum og garnatálg. Kanska spik afturvið. Eg geri eisini tað siðbundna, men eg leggi okkurt afturat og geri hetta ‘okkurt’ eitt sindur øðrvísi. Her kunnu fólk royna nýggjar rættir við røstum kjøti, sum tey ikki hava roynt áður, sigur Kári.

 

Siðbundið við einum tvisti

Matskráin á Ræst hevur nógvan siðbundnan føroyskan mat so sum ræstan fisk, ræst kjøt, turran fisk og rabarbugreyt. Tó inniber matskráin eisini annað, sum er meira nýskapandi, og sum bregður eitt sindur frá tí siðbundna. Salatir við garnatálg og fermenteraðum kjarnum. Kári nýtir gamlar, kendar uppskriftir úr føroyskum kókibókum, men broytir síðani eitt sindur upp á tær. Matskráin kann eisini keypast við drykkjuvørum, og tá finnur Kári ymiskt natúrvín og øl, sum hóska væl saman við matinum. Hann hevur eisini fingið fatur á ymiskum djúsi til tey, sum ikki vilja hava rúsdrekka.

Skráin kann broytast eitt sindur, tí tað er ikki altíð, at tær somu rávørurnar eru til taks. Í heyst kunnu tey tó siga við bøndirnar, hvussu kjøtið skal ræsast, og matstovan fer sostatt ordiliga at koma til sín rætt, eftir at heystfjøllini eru stigin.

Tað ræsta hjá okkum er ikki líka ræst, sum vit kenna tað heimanífrá. Vit greiða útlendingunum frá, at hetta er eitt sindur mildari. Tey halda, at tað er sera spennandi at royna ræstan mat. Summum dámar ta væl og summum ikki, men øll halda, at tað vera eitt stuttligt upplivilsi, fortelur Kári Kristiansen.

 
RæstMeinhard Mikladal