Ævintýrið um prinsessuna uttan ertrina...

Vit kenna øll ævintýrið um prinsessuna á ertrini. Eitt fitt ævintýr; men tað er nú løgið sum handan drotningin fór illa við sínum váta og kalda gesti. Prinsessan bankaði uppá og bað um innivist á slottinum. Drotningin játtaði, men lat prinsessuna sova í eini eftir øllum at døma ræðuligari song, omaná eini ert sum órogvaði prinsessuna forferdiliga illa. Hvat er tað at bjóða gestum?

 

Soleiðis hevði ikki verið á okkara slotti! Ok, slott er nokk í so nógv sagt. Tað er trupult at fáa eitt gamalt miðbýar-hotel at líkjast einum slotti, men hóast vit ikki fáa tað at líkjast einum slotti, stremba vit eftir at fáa tað at kennast so. Tað ger millum annað Majken Sólsker. Áðrenn okkara gestir koma á vitjan gongur Majken inn í kømurini at rudda, vaska, hjúkla um og gera tað vakurt. ‘Handklæðið skal hanga pent og slætt beint niður’, ‘sápurnar skulu standa pent á rað’, ‘eskjan skal standa á skák í vindeygakarminum’, ja sjálvt tey mongu løkini inni í goymslurúminum ‘skulu liggja pent samanløgd í einum høgum bunka - tí um onkur hyggur inn, so skulu tey síggja at vit gera okkum ómak!’, sigur hon - og eingin ert skal liggja í seingini og órogva náttarsvøvnin!

Soleiðis ljóðar okkara ævintýr:

 

Ævintýrið um prinsessuna uttan ertrina

Einaferð var tað ein móður, vátur og kaldur jólagestur - hvørt tað var ein prinsessa, ein vættur ella eitt bygdafólk sigur søgan einki um. Jólagesturin hevði í øllum førum notið alt tað góða, ið vakra desembur-Havnin hevði at bjóða, men nú var vorðið seint, myrkt og kalt. Hon gekk og válaði eina løtu. Viltist. Tað fór at regna. Hon fór at renna. Áðrenn hon visti av stóð hon frammanfyri einum stórum slotti (túveitst, eitt sovorðið ið ikki líkist einum slotti, men møguliga kennist sum - serliga tá ið tú ert móð og tað regnar úti). Hon bankaði uppá, tað bleiv latið upp fyri henni. Hon fekk eitt kamar, væl uppreitt. Sápurnar stóðu pent á rað. Handklæðið hekk pent og slætt beint niðureftir. Gylta eskjan við pappurs-serviettum stóð á skák í vindeygakarminum, og inni í goymslurúminum - hon lúrdi - lógu løk og dýnuvár pent samanløgd í høgum bunkum. Í pent uppreiddu songini var eingin ert. Hon svav væl alla náttina. Morgunin eftir, eftir ein góðan morgunmat, var hon klár til enn ein góðan desemburdag í góðu Havnini.

 

Verður tú eisini jólagestur í desembur? Jólainnkeyp, jólaborðhald ella bara jólahugni í Havn? Eitt dupultkamar á Hotel Tórshavn, uttan ertrar, men við morgunmati kostar 900 kr pr nátt*. Tú kanst sjálvandi rinda við tínum ‘Meira av tí góða’-korti og minst til, tú fært 10% eyka, um tú keypir kortið áðrenn 10. desembur. 

*)vikuskiftisprísur

Bílegg longu nú, og hugsa um, at beint áðrenn tú komst inn á kamarið, gekk Majken møguliga her og stákaðist. Stákaðist og gjørdi sær ómak. Flutti eina og hvørja ert hon kom fram á, soleiðis at júst tú skuldi fáa eina góða uppliving.

Tjóðhild Patursson