No12 LIÐIÐ við góðum tilboðum og nógvum fyrimunum

 
 
 

No12 Juice Bar í Gundadali er farið undir eitt nýtt og sermerkt átak, har tey bjóða gestunum eina røð av fyrimunum umvegis eina snilda app á fartelefonini

No 12 er ein modernað juice & sportsbarr, sum heldur til í niðastu hædd í FSF bygninginum við Tórsvøll í Gundadali. Opið er mánadag til leygardag kl. 10 - 20 og har fæst frískpressað juice, smoothies, tvíflísar og køkur. Matstovan er væl vitjað, orsakað av modernaða og hugnaliga umhvørvinum og tí heilsugóða og leskiliga matinum. Við No12 liðinum ynskir No12 at hjúkla um gestirnar og at tað skal vera ein fyrimunur at vitja No12 javnan.

Við No 12 LIÐNUM bjóða vit á ein modernaðan hátt okkara gestum eina røð av fyrimunum. Jú oftari fólk vitja No12 jú fleiri fyrimunir fáa tey
— Malan Rasmussen, leiðari í No12
telefon.png

Fá beinleiðis tilboð á appina

Við appini ber til at stempla hvørja ferð mann keypir ein juice og fyri hvørji 9 stempul fær mann ein ókeypis juice. Eisini fæst 15% avsláttur hvønn dag millum klokkan 15 og 20 umframt onnur serlig tilboð, sum mann fær beinleiðis boð um umvegis appina, eitt nú tá tú hevur føðingardag ella ert í grannalagnum

 
Allan Dalsgarð