Nú letur Silo upp á Vestaru bryggju
Nú letur nýggja døgurðastaðið Silo upp á Vestaru bryggju. Har verður morgunmatur at fáa og góður døgurðamatur hvønn dag á middegi
Eftir drúgvar umvælingar og fyrireikingar er umsíðir klárt at lata dyrnar upp fyri svongum døgurðagestum. Á matarskránni verður dagsins rættur, at hava útvið ella njótast í matstovuni umframt lidnir skundverðir.
Dømi um dagsins rættir:
Hakkibúffur, salat, epli og leyksós
Stokt flak, rákostsalat, epli og smelt
Høsnarungi, salat, kryddeplir og sós
Lambskjøt. grønmeti, epli og sós
Kostnaður 65 krónur fyri døgurðan
Skundverðir: Tvíflísir, salat, sushi, køkur o.a.
Opið er mánadag til fríggjadag kl. 9.00 - 15.00
Morgunmatur kl. 9.00 - 10.00
Dagsins rættur: kl. 11.30-13.30
Les eisini: Verkamatur - nýggja døgurðastaðið á Vestaru bryggju