Reyttkálssalat við jólafruktum

 
DSCF3533f.jpg

Seinna uppskriftin frá Teiti er til eitt frískligt og broyskið reyttkálssalat við jólafruktum

Reyttkálssalat
(8-10 fólk)

1 reyttkál, fíntskorið
2 súreplir, skorin í terningar
2 appelsinir
200 g av valnøtum
200 g av skornari, turkaðari frukt (t.d. abrikosir, tranaber, sviskur o.a.)
2 ssk av hunangi
2 dl av t.d. balsamico- ella kirsuberjaediki
1 dl av olivinolju
salt og pipar

  • Sker skalið av appilsinunum. Sker tær út í bátar og legg til síðis

  • Rør hunang, edik og ojlu saman til eina dressing. Blanda síðani reyttkálið og súreplini saman við dressinginum og lat salatið standa í 20-30 min.

  • Smakka tað til við salt og pipar

  • Legg salatið á eitt fat ella í eina skál og pynta við valnøtum, turkaðari frukt og appilsinum


Vælgagnist


VILT TÚ HAVA MEIRA AV TÍ GÓÐA?

Melda teg til tíðindabrævið, VINN LEKRAR VINNINGAR, fá íblástur, tilboð og kunning um alt tað góða, tú kanst njóta á okkara matstovum, caféum og hotellum.