Veltan fekk 10. Grønu gávuna frá etika
Fyri tíggjundu ferð er Grøna gávan frá etika latin og var tað Veltan á Sandi, ið fekk gávuna. Í Veltuni halda tey, at í Føroyum eigur at bera til at eta føroyskt grønmeti, antin tað, ein sjálvur veltur, ella tað, ein keypir frá føroyskum veltarum
Og júst hetta at eta og njóta grønmeti, sum er velt í nærumhvørvinum, hevur stóran týdning fyri okkum, umhvørvið og allan heimin.
- Veltan er eitt samtak í Sandoynni fyri grønmetisveltarar. Okkara mál er at økja framleiðsluna av føroyskum grønmeti bæði til húsbrúk og til sølu. Vit hava limir, sum velta til at selja, og limir, sum velta til egið brúk, og summi gera eitt sindur av hvørjum.
Vit í Veltuni eru sera fegin um heiðurin at fáa Grønu Gávuna frá Etika. Veltan ynskir støðugt at økja um framleiðsluna av grønmeti og ynskir serliga at vera í tøttum samstarvi við føroysku matstovurnar so matskráirnar kunnu fyllast við frískum rávørum úr egnum landi, sigur forkvinnan í felagnum, Katrin Petersen.
Veltan eigur triggjar plasttunlar, sum verða brúktir sum vakstrarhús. Í tveimum teirra húsast limir, sum arbeiða saman og hvør sær um sína velting, og í tí triðja framleiðir felagið sjálvt. Alt felagið samstarvar um vitan, sølu og marknaðarføring.
Um tú ikki hevur grønar fingrar, kanst tú seinni í ár njóta grønmeti úr Veltuni á eitt nú matstovum í Havn (og sleppa undan bæði velting og matger). Tí sum tey skriva á heimasíðu síni, so er grønmetið hjá teimum í løtuni fræ, set og spírar.
🌱🌱🌱🌱🌱
Les meira um virksemið hjá Veltuni og vitja tey á Facebook.
Um Grønu gávuna
Grøna gávan frá etika er peningur fyri vatn, sum er selt á matstovuni. Peningurin verður latin óskerdur til ein einstakling, fyritøku, stovn ella felagsskap, sum virka til frama fyri umhvørvið. Í ár er upphæddin 45.720 krónur.
Hesi hava fingið Grønu gávuna frá etika:
2019 Veltan, 45.720 krónur
2018 Diskosuppan - Slow Food Føroyar, 44.345 krónur
2017 Ringrás, 44.120 krónur
2016 Ævintýraheimurin við Biritu Arge, 45.165 krónur
2015 Føroya Sjósavn, 47.450 krónur
2014 Spískamarið, 46.970 krónur
2013 Reinhaldið í Tórshavn, 46.094 krónur
2012 Anna Louisa Joensen, 45.644 krónur
2011 Føroya Prent, 42.320 krónur
2010 Finnbogi Joensen, 33.088 krónur