Skilir tú 'vínskt'?
John hyggur við spentum eygum at teimum nógvu pappeskjunum, sum standa mitt á gólvinum - nýgga vínið er komið, og John er sum eitt smábarn á jólum. Hann greiðir frá og greiðir frá um nýggja franska vínið og um nýggju vínskránna í Fútastovu. John er matstovuleiðari í Áarstovu, og stendur eisini fyri vínskránni í Fútastovu.
John sigur soleiðs frá um nýggja vínkortið:
1. Vínið er alt franskt.
2. Nógv av víninum fer at vera selt 'by the glas' - eisini summi av teimum dýraru. Soleiðis verður nú møguligt at royna summi dýrari vín, uttan at noyðast at keypa eina heila fløsku.
3. Síðani segði hann alt møguligt annað á 'vínskum' (vínmálið sum bert tey vínkønu duga at tosa) og sum er púra óskilligt fyri okkum vanligu fólk - okkum sum ikki vita stórt annað um vín enn at tað ofta smakkar væl.
Les eisini: Góðu ráðini um brúsandi vínið.