KOKS frammi við Gjónna
Komandi árið fer matstovan KOKS at húsast í tiltiknu húsunum frammi við Gjónna við Leynavatn. Samtakið Betri eigur húsini men hevur gjørt avtalu við Gist & Vist um at brúka húsini til matstovuna.
Hvussu gamal garðurin frammi við Gjónna er, er ikki vist, men vit hava søguligar keldur um búfólk har heilt aftur til 1740. Húsini er eitt gott dømi um ein føroyskan bóndagarð, har húsfólkið búði í grótlaðaðum, flagtaktum húsi við roykstovu, fjósi og smiðju og livdu av seyðahaldi. Húsini eru tí frálíkur karmur um virksemið hjá KOKS, ið leggur dent á tann føroyska smakkin – at fáa smakk og anga úr føroyska landslagnum at sameinast í matinum.
Búreisingarnar við Gjónna eru tó óvanligar við tað, at tær liggja ikki við sjógv men hava alla tíð verið eitt fjarskotið einbýli. Koyrandi er ikki í vanligum bili til húsið frammi við Gjónna, og KOKS ætlar tí, at koyritúrurin eftir Oyggjarvegnum, yvir um ánna við Leynavatn og eftir sandinum verður ein partur av upplivingini.
Sum vera man er ongin ídnaðarkøkur í gomlu húsunum, so KOKS fær ein køk á hjólum førdan niðan til húsini, so til ber at borðreiða við somu høgu góðsku, sum bleiv víða gitin, tá KOKS var í Kirkjubø, í Keypmannahavn og í Havn.
KOKS letur upp frammi við Gjónna í apríl 2018. Bíleggingar kunnu gerast frá 1. februar á koks.fo