Klassisk jóladunna
Klassisk stokt jóladunna
(til 6 fólk)
Dunnan:
1 dunna, umleið 3 kg
150 g av sviskum
1 dl av tawny portvíni
2 súrlig reyð súrepli
1 reyðleyk
Sósin:
2 gularøtur
2 skalottuleykir
Skalið av 2 vistfrøðiligum appilsinum
2 bátar av hvítleyki
2 stjørnuanis
5 lavrberjabløð
1 kryddnelik
Salt og pipar
1-2 dl av tawny portvíni
1 litur av vatni
Ribssúltutoy til smakk
100 g av mjøli
Dagur 1
Legg sviskurnar í portvín og lat standa til dagin eftir
Dagur 2
Tendra ovnin á 120 stig.
Vaska og sker gularøturnar, skalottuleyk og hvítleyk. Legg í eina steikiskuffu við appilsinskali, stjørnuanis, lavrberjabløðum, kryddnelikum, vatni og portvini. Legg eina rist omanyvir at leggja dunnuna á.
Sker reyðleykin og súreplini. Fyll dunnuna við einum blandi av súreplum, reyðleyki og sviskum í portvíni. Loka dunnuna við nøkrum steikinálum. Legg dunnuna á ristina og gníggja hana við olju, salti og pipari.
Steik dunnuna í 4-5 tímar til hon er 70-75 stig innan. Dryppa dunnuna við vætuni úr skuffuni nakrar ferðir, meðan hon steikir.
Lat dunnuna hvíla í 15-30 minuttir, áðrenn hon verður skorin sundur.
Sósin:
Síla vætuna úr skuffuni, og minst til at kroysta vætuna úr fyri at fáa alt tað góða við. Skola skuffuna við 1/2 litri av vatni og síla aftur.
Skil feittið frá vætuni og koyr feittið í eina grýtu og hita tað við mjølinum fyri at gera ein uppbakstur. Rør síðani vætuna spakuliga saman við uppbakstrinum. Smakka til við ribssúltútoyi, salt og pipar. Um sósin skal vera tjúkri, lat hana kóka eitt sindur meira. Um sósin skal hava meira sýru, koyr eitt sindur av appilsinsaft og eitt sindur av saftini frá reyðkálinum, sum tú borðreiðir afturvið.
VILT TÚ HAVA MEIRA AV TÍ GÓÐA?
Melda teg til tíðindabrævið, VINN LEKRAR VINNINGAR, fá íblástur, tilboð og kunning um alt tað góða, tú kanst njóta á okkara matstovum, caféum og hotellum.