Kioskin hjá Astu høvuðsumvæld

 
Screenshot+2019-01-23+at+11.06.53+AM.jpg

Til várs letur eyðkenda kioskin hjá Astu upp aftur. Høvuðsumvæld og fylt við góðgæti, bløðum, nýmalnum kaffi og panini á terrassuni

Í summar frættist, at Gist & Vist hevði yvirtikið kioskina hjá Astu á vaglinum í Havn. Nú verður farið undir at høvuðsumvæla eyðkendu býarmyndina so hon kann lata upp aftur í júst sama líki, sum vit altíð hava kent hana - reyða og hvíta undir bláum hatti.

Kioskin á Vaglinum, ella kioskin hjá Astu, ið hon vanliga verður nevnd, varð bygd í 1934 av pápa Astu inni á stovugólvinum hjá Jens Næs við Hoydalsvegin. Kioskin varð teknað av navnframa arkitektinum H.C.W Tórgarð, ið m.a. teknaði Sjónleikarhúsið, Amtslæknahúsnini og Sjómansheimið (nú Hotel Tórshavn). Eingin uppgáva var tó ov lítil fyri stóra arkitektin, sum also eisini teknaði hesa lítlu perluna á Vaglinum. Nú kioskin verður høvuðsumvæld, verður tað Martin Tórgarð, abbasonur H.C.W Tórgarð, ið stendur fyri arbeiðinum.

Asta var 15 ára gomul, tá ið hon tók yvir kioskina frá pápanum í 1945. Tá ið hon fylti 18 ár, byrjaði Asta at standa í kioskini og hevur staðið har nærum uttan íhald til nú, hon leggur frá sær 87 ára gomul.

Les eisini:

“Staðið 65 ár í kioskini og gevst” (torshavn.fo)

“Asta hevur átt kioskina síðani 1945" (in.fo)

Kioskin stóð eitt skifti í kommunuskúlagarðinum, men hevur síðani 1984 staðið, har hon stendur nú.(Mynd Havnin -fólk og yrki)

Kioskin stóð eitt skifti í kommunuskúlagarðinum, men hevur síðani 1984 staðið, har hon stendur nú.(Mynd Havnin -fólk og yrki)

Nú verður kioskin so flutt av Vaglinum í eina byggihøll á Sandvíkarhjalla, har hon - eins og í 1935 - verður bygd inni á gólvinum, fyri síðani at verða sett upp á pláss aftur á Vaglinum.

Terrassan hjá Astu

Tá kioskin letur upp aftur, væntandi einaferð í apríl, fer hon at selja vanligar kioskvørur; bløð, tyggigummi, Twix, Kit Kat, sodavatn o.t. Eisini verður møguligt at njóta eitt nú nýmalið kaffi, panini og vín á nýggju hugnaligu terrassuni hjá Astu í havanum undir Tinghúsinum.



 
Allan Dalsgarð