Soleiðis gert tú Ceviche sum á Barbaru
Jákup Sumberg, høvuðskokkur í Barbaru, hevur gjørt eina sera leskiliga útgávu av latínamerikanska/karibiska fiskarættinum Ceviche. Og vit hava fingið hann at avdúka uppskriftina, so tú kanst royna teg sum stjørnukokk heima við hús.
Rátt og kortini ikki. Ceviche er ein latínamerikanskur fiskarættur, har fiskurin ikki verður hitaviðgjørdur, men tilgjørdur við sýru frá sitrusfruktum. Fiskurin í Ceviche er ikki ráur - ikki heilt í øllum førum. Limesaftin ger, at fiskurin verður tilgjørdur uttan á, meðan hann enn er ráur innan.
Ceviche
Til hvønn persón skalt tú brúka:
100 g av Havtasku ella tungu
1 kili (tú kanst eisini, sum á Barbaru, brúka kili sós)
1 tyssi av koriander
2 fet av hvítleyki
1 dl av limedjúsi
2 skalottuleykir
50 g av hassilnøtum
Soleiðis gert tú
Sker fiskin í terningar umleið 2x2 cm. Hakka kili og hvítleyk. Blanda fisk, kili, hvítleyk og eitt sindur av salti og pipari í einum bolla. Lat standa og trekkja í nakrar minuttir. Í meðan kanst tú hakka hassilnøtirnar og brúnka tær á eini pannu. Hakka eisini koriander og skalottuleykin. Pressa síðani lime yvir fiskin. Koyr skalottuleykin, nøturnar og koriander í bollan. Lat standa í umleið 5 minuttir. Rør síðani alt saman og servera beinan vegin.
Orkar tú ikki at gera mat í kvøld? Ja, so er bara at bíleggja tær eitt borð á Barbaru. So sleppur tú eisini undan uppvaskinum ;)
Tú kanst eisini geva onkrum eitt Meira av tí Góða-kort, sum eisini kann brúkast á Barbaru.
Vilt tú hava meira av tí góða?
Melda teg til tíðindabrævið, VINN LEKRAR VINNINGAR, fá íblástur, tilboð og kunning um alt tað góða, tú kanst njóta á okkara matstovum, caféum og hotellum.